Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hevur Havstovan kannað slag, nøgd og spjaðing av føði, samanborið við hvar sildin stendur í mai.
Herfyri varð ein grein almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Frontiers in Marine Science, sum snýr seg um hetta samanspælið millum reyðæti, havumhvørvi og uppsjóvarfisk.
Tá sildin er liðug at gýta fram við norsku strondini, er hon svong og leitar út á opið hav at finna sær føði. Frá umleið mars til mai ferðast sildin miðvíst út frá norsku strondini og vestureftir ímóti Íslandi.
Høvuðsføðin hjá norðhavssild er reyðæti, sum eisini verður nevnt Calanus finmarchicus. Hetta reyðæti finst í stórum nøgdum, bæði í Norskahavinum og Íslandshavinum. Í Íslandshavinum er tó eitt líknandi, men artiskt, slag av størri reyðæti, ið nevnist Calanus hyperboreus, sum er av stórum týdningi í vestara økinum.
Reyðæti rekur við streyminum. Tískil rekur reyðæti úr Íslandshavinum við Íslandsstreyminum og inn í Norskahavið. Tá ein stór mongd av Íslandssjógvi rekur inn í Norskahavið, eru eisini stórar mongdir av reyðæti mátaðar norðan fyri Føroyar eftir so-nevnda skurði N (sí mynd 1).
Mynd 1. Heitur Atlantssjógvur (reytt), kaldur Eysturíslendskur sjógvur (blátt) og høvuðsfrontar norðan fyri Føroyar (svartir prikkar). Grøna linjan umboðar Skurð N, har reyðæti er kannað síðan 1993
Í tíðarskeiðunum 1996-2002, 2003-2016 og 2017-2020 vóru ávikavist størri, minni og so aftur størri mongdir av subartiskum Íslandssjógvi og reyðæti mátaðar eftir Skurði N.
Úrslit í nýggju greinini vísa, at sildin stendur mest savnað, har mest føði er. Harafturat verður staðfest, at sildin hevði minni føði í magunum í tíðarskeiðnum 2007-2011, tá minni mongdir av Íslandssjógvi og reyðæti streymaðu inn í Norskahavið, og umvent í tíðarskeiðnum 2017-2020. Tað seinna tíðarskeiðið hevði sildin etið nógv meira av C. hyperboreus, tí meira av hesum slagið var til staðar.
Hetta bendir á, at sildin helst velur C. hyperboreus, sum er bæði størri og føðsluríkari enn C. finmarchicus.
Greinin í Frontiers in Marine Science ber heitið ‘Spatial Feeding Variability of the Feeding Conditions for the Norwegian Spring Spawning Herring in May’. https://www.frontiersin.org/articles/10.3389/fmars.2022.823006/full
Arbeiðið varð fíggjað av FiskivinnuGransking, og er tann fimta og síðsta greinin sum er partur av phd verkætlanini hjá Ingu Kristiansen, skrivar heimasíðan hjá Havstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald