Innanlands

Hoffell til viðlíkahald í Føroyum

Um tað er bíligari og skjótari enn í Íslandi, vita vit ikki, tí vit gjalda ikki rokningarnar, siga teir báðir maskinmenninir sum sjómanstrúboðarin hitti

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-12-23 19:55 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Íslendski pelagiski trolarin, Hoffell, frá Fáskrúðsfirði, liggur fyri tíðina á Runavík, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og har hitti hann maskinmenninar, Høgna og Hjalta.

- Vit skulu skifta nógv hydraulikrør út, og tað ger KJ-Hydraulik á Kambsdali. Teir eru garvaðir at arbeiða við hydrauliki, siga teir.

- Tað er gott at vera í Føroyum, men ikki so gott, at vit ætla at halda jól her; tí fara vit heim hósdagin 23. desembur, siga Høgni og Hjalti skemtandi.

- Hoffell er ofta til viðlíkahald í Føroyum, og sum oftast hjá Mest í Havn. Vit eru væl nøgdir við arbeiðini. Um tað er bíligari og skjótari enn í Íslandi, vita vit ikki, tí vit gjalda ikki rokningarnar, siga teir flennandi. 

- Annars er 2021 besta árið hjá Hoffell, tí vit hava fiskað næstan 40.000 tons. Vit royna eftir makreli, svartkjafti, lodnu og so íslendsku/norsku sildini og ikki norsku/íslendsku sildini, siga Høgni og Hjalti skemtandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder