2025-12-10 12:41
Upsjóvarskipið Høgaberg er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa sild.
Høgaberg hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan verður landað til Pelagos, og Høgaberg hevur nú fiskað sildakvotuna fyri í ár.
Tá ið liðugt er at landa, fer Høgaberg á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald