2020-06-09 06:26
Uppsjóvarskipið Høgaberg kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Teir hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og hava 1700 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og seinni til fóður.
Um Høgaberg fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa vita vit ikki.
Okkurt av uppsjóvarskipunum er steðga við fiskiskapinum, men fleiri royna framvegis, hóast tað er heldur smáligur fiskiskapur í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald