Innanlands

Høgaberg skal landa í Fuglafirði

Høgaberg er komin inn við 580 tonsum av makreli

Høgaberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Høgaberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-07-23 16:35 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.

Høgaberg hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, og hevur 580 tons við til lands, sum skal landast til Pelagos.

Tá ið Høgaberg kom inn, landaði Jupiter til Pelagos.

Tá ið Høgaberg hevur landað, verður farið aftur á makrelveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder