Síðstu tíðina hevur tað verið hugaligt at vera útróðrarmaður. Bæði fiskiskapurin og fiskaprísirnir hava verið góðir. At so veðrið ikki altíð er til vildar, noyðast útróðrarmenninir – og øll onnur at liva við.
Í gjárkvøldið kom útróðrarbáturin, Heidi, á Toftir at landa. Teir høvdu verið eystanfyri við 20 stampum og høvdu 3000 pund.
- At fáa 150 pund uppá stampin er ein góður túrur, segði Magnus (Maggi) í Hjøllum, sum eigur og rekur Heidi.
- Meginparturin er toskur, og so er nakað av hýsu; so prísurin verður vónandi góður, segði Johan S. Jensen, sum rør út saman við Magga.
Teir seta línuna gjøgnum trakt og nýta goggu, høgguslokk og makrel sum agn.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald