Innanlands

Hugnaløta fyri sjómansfamiljur

Kristi himmalsferðardag bjóðar Sjómansmissiónin til hugnaløtu á økinum við Leguhúsið í Nesvík

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-05-24 20:38 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Kristi himmalsferðardag, 29. mai, bjóðar Føroyska Sjómansmissiónin sjómansfamiljum til hugnaløtu á økinum við Leguhúsið í Nesvík.

Hetta verður millum klokkan 14 og 17.

Børnini kunnu spæla á økinum og sigla við bátum - undir eftirliti av teirra avvarðandi.

Høvi verður at gilla mat, sum familjurnar hava við. Sjómansmissiónin bjóðar kaffi  og te.

Klokkan 16:30 vitjar gyklarin Ásbjørn Berthelsen. Um ikki viðrar at vera úti, verður løtan inni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder