Innanlands

Hummarabátarnir fáa frítt at fiska á ávísum firðum

Bátarnir hava einans tikið 37 av teimum loyvdu 54 tonsunum í hummaraøkinum sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði, Skálafirði og Kaldbaksfirði

2025-12-16 13:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Higartil í ár eru fiskað góð 37 tons av felagskvotuni á 54 tons eftir hummara í økinum sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði, Skálafirði og Kaldbaksfirði.

Tí hevur Tilfeingis- og vinnumálaráðið tikið avgerð um at taka burtur hámarkið hjá hummarabátunum, sum hava loyvi í hesum øki.

Bátarnir hava felagskvotu við hámarki fyri hvønn bátin.

Við broytingini kunnu tey, sum hava loyvi at royna eftir hummara í økinum, halda fram restina av árinum, hóast tey hava fiskað upp til hámarkið, sigur Tilfeingis- og vinnumálaráðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder