2025-09-27 20:33

Rækjutrolarin Hvítanes kom seinnapartin í Ánirnar seinnapartin, har trolarin skal rigga um til svartkalvaveiðu á Flemish Kap.
Hvítanes hevur júst landað 420 tons av rækjum í Tromsø, og síðani varð kósin sett móti Føroyum.
- Vit skulu taka trolweir umborð, sum vit hava keypt frá netastovuni, og síðani rigga skipið til svartkalvaveiðu, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Hvítanes hevur verið á trimum rækjutúrum síðani skipið kom í føroyska flotan, og hevur roynst avbera væl, leggur reiðarin aftrat.
Um alt gongur eftir ætlan, so fer HVítanes á svartkalvaveiðu um eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald