Innanlands

Í sóttarhaldi á Skeivabanka

Allir fýra menninir á Búgvanum fingu korona eftir teir vóru farnir á Skeivabanka at fiska havtasku. - Hóast allir høvdu koronu var tað ikki ábyrgdarloysi, sum valdaði umborð, tí vit vóru ikki ússaligir og høvdu samband við koronamyndugleikarnar, sigur Tummas Hilmarsson, maskinmeistari

Tummas Hilmarsson, maskinmeistari, á trolbátinum Búgvanum (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Tummas Hilmarsson, maskinmeistari, á trolbátinum Búgvanum (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-12-13 20:04 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hóast allir høvdu koronu var tað ikki ábyrgdarloysi, sum valdaði umborð, tí vit vóru ikki ússaligir og høvdu samband við koronamyndugleikarnar.   

Tað sigur Tummas Hilmarsson, maskinmeistari, á trolbátinum Búgvanum.

 - Tá vit fyri 16 døgum síðani fóru av Klaksvík, var kósin sett á Skeivabanka, har vit skuldu fiska havtasku. Dagin eftir gerst stýrimaðurin ússaligur og fekk fepur. Hann er arbeiðssamur, so hann arbeiddi hóast hann var sjúkur. Tá umleið eitt samdøgur var farið, hevði hann tað nógv betri, sigur Tummas.

- Mikudag fóru vit inn á Miðvág at landa. Á veg inn fær stýrimaðurin at vita, at kona hansara hevði fingið koronu. Vit fingu tí illgruna um koronu og hildu frástøðu frá landarum og eingin kom umborð. Vit keyptu kviktestir og fóru so út aftur á Skeivabanka at royna, sigur hann. 

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Leygarmorgun vóru vit aftur á Klaksvík, tí tað var ikki veður at royna. Á veg inn testaðu vit okkum og ein var posetivur. Eg og skiparin høvdu tá eitt sindur ilt í hálsinum, men hugsaðu ikki meiri um tað. Vit fóru kortini og testaðu okkum í Klaksvík sama morgunin, og hildu okkum síðani fyri okkum sjálvar, í fall vit vóru sjúkir. Tá boðini komu vóru allir fýra positivir, sigur Tummas.

- Vit hildu okkum fyri okkum sjálvar frá leygardegnum til týskvøldið, tá vit fóru avstað aftur. Eingin var álvarsliga sjúkur, so vit tímdu ikki at ganga heima og mala fyri okkum sjálvar.

Vóru allir sjúkir av somu sjúku, so var eingin vandi at vera saman og so smittaðu vit ongan.

Allir vóru væl fyri tá, hóast smakki- og luktisansirnir vóru horvnir. Vit fiskaðu og allir arbeiddu sum vanligt, til vit koma aftur á Klaksvík leygardagin. Tí kann kanska sigast, at vit vóru í sóttarhaldið á Skeivabanka. Nú er mánadagur, so nú er sóttarhaldstíðin farin, sigur Tummas.

- Smakki- og luktisansirnir eru ikki komnir aftur. Eg havi beint nú eti ræst seyðarhøvd hjá sváginum, men kundi tað sama etið luft, tí eg hvørki smaki ella lukti nakað. Tað var skuffandi, sigur Tummas. 

Hann sigur eisini, at allir fýra vóru sproytaðir tvær ferðir. So vaksinan verjir ikki 100 prosent, men er kanska ein verja fyri álvarsamari sjúku.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag og hevði jólapakkarnar við. Tá hitti hann Tummas og hoyrdi um koronasøguna. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder