Innanlands

ICES-tilmæli fyri botnfisk kunngjørd

Tilmælið fyri tosk á Landgrunninum í 2026 er 6.075 tons, tilmælið fyri tosk á Føroyabanka er 403 tons, tilmælið fyri hýsu er 19.653 tons, og tilmælið fyri upsa er 24.032 tons

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-28 14:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki.

Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

Toskur á Landgrunninum
Tilmælið fyri tosk á Landgrunninum í 2026 er 6.075 tons.

Toskastovnurin er nú komin upp um markið, har serlig verjutiltøk eru neyðug, men er tó enn undir fyrivarnismarkinum.

Vøksturin í stovninum kemst serliga av betri tilgongd tey seinastu árini.

Toskur á Føroyabanka
Tilmælið fyri tosk á Føroyabanka í 2026 er 403 tons.

Tilmælið fyri 2025 var 575 tons.

Lækkingin kemst av einari varnari veiðireglu. Vit hava eisini sæð, at rannsóknarskipið hevur fingið minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka.

Hýsa
Tilmælið fyri hýsu í 2026 er 19.653 tons.

Veiðutrýstið á hýsu hevur verið lágt tey síðstu árini, samstundis sum tilgongdin hevur verið góð.

Ábendingar eru um, at árgangirnir frá 2023 og 2024 eru væl oman fyri miðal, og væntast 2023-árgangurin at koma inn í fiskiskapin næsta ár.

Upsi
Tilmælið fyri upsa í 2026 er 24.032 tons, ella umleið tað sama, sum varð tilmælt fyri fiskiskapin í 2025.

Tilgongdin til upsastovnin hevur verið yvir miðal tey síðstu árini og er stovnsstøddin yvir øllum vandamørkum.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder