
Altjóða havrannsóknarstovnurin Ices, mælir til, at mest loyvda veiða í 2026 skal lækka munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild.
Makrelur
Tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 70 prosent í mun til í ár.
Makrelstovnurin hevur verið í minking síðani 2014. Niðurgongdin í stovninum stavar helst frá ovveiðu seinnu árini saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.
Svartkjaftur
Tilmælið fyri svartkjaft er 851.344 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 41 prosent í mun til 2025.
Henda lækking kemst av, at gýtingarstovnurin minkar skjótt vegna vánaliga tilgongd síðani 2022 og at metingin av góðu 2020 og 2021 árgangunum er justerað niður í stovnsmetingini í ár.
Norðhavssild
Tilmælið fyri norðhavssild er 533.914 tons fyri 2026, sum er ein hækking á 33 prosent í mun til í ár.
Gýtingarstovnurin minkaði nógv aftaná 2008, og er nú umleið 3 milliónir tons, sum er beint undir burðardygga markinum, har varsemi skal vísast. Góðu árgangirnir frá 2021 og 2022 væntast at venda hesi gongdini, soleiðis at roknað verður við, at stovnurin fer at vaksa komandi árini.
Vegna ósemju um býtið av stovnunum, hevur fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild seinastu árini ligið um 30 til 45 prosent oman fyri vísindaligu ráðgevingina. Tó er ovveiðan í 2024 og væntandi eisini 2025, nakað minni enn undanfarnu árini vegna strandarlandasemju millum Bretland, Noreg og Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald