Innanlands

Íløgur fyri knappar 1,8 milliardir í nýggjan fiskiflota

Føroysk feløg hava gjørt íløgur upp á knappar 1,8 milliardir í nýggj skip. Fyrsta skipið kemur í føroyska flotan longu um ein mánaða

Nýggi Finnur Fríði kostar umleið 340 milliónir at byggja og er tann seinasti nýbygningurin, sum er kunngjørdur

Nýggi Finnur Fríði kostar umleið 340 milliónir at byggja og er tann seinasti nýbygningurin, sum er kunngjørdur

2021-12-24 14:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fleiri nýggj skip koma í føroyska flotan næstu tíðina. Íløgur upp á knappar 1,8 milliardir eru gjørdar í nýggj skip. Vit hava her ein gjøgnumgongd av nýbygningunum:

Fyrsta felagið at kunngera at ein nýggjur sáttmálið var undirskrivaður at byggja nýtt skip var JFK Trol í Klaksvík, sum hevði kunngjørt, at felagið skuldi byggja ein stóran og framkomnan trolara í Turkalandi.

Nýggi Gadus verður ein tann mest framkomni av sínum slag, og kemur at hava alla tað nýggjastu tøknina og útgerðina, sum krevst til eitt slíkt skip. Kostnaðurin er umleið 400 milliónir krónur.

Stutt aftana kunngjørdi felagið Framherji í Fuglafirði, at felagið hevði gjørt avtalu við Vard skipasmiðjuna i Norra um ein nýggjan trolara fyri núverandi Akraberg.

Eins og við Gadus, er talan um ein sera framkomnan trolara, sum kemur at hava alla tað nýggjastu tøknina. Nýggi Akraberg kostar umleið 315 milliónir krónur.

Triðja felagið, sum hevur ein trolara í Barentshavinum er Enniberg, og hetta felagið kunngjørdi eisini í fjør, at felagið fór at byggja nýtt skip til hendan fiskiskapin.

Talan verður um ein trolara, sum er teknaður av Skipsteknisk í Norra, sum eisini hevur sniðgivið nýggja Gadus, og eins og nýggi Gadus, verður nýggi trolarin til felagið aftanfyri Enniberg bygdur í Turkalandi, og verður sera framkomin. Nýggi trolarin kostar eisini umleið 400 milliónir krónur.

Við hesum trimum sáttmálunum fær Føroyar ein spildurnýggjan og framkomnan Barentshavsflota í komandi ár.

Felagið aftanfyri Christian í Grótinum í Klaksvík kunngjørdi eisini í fjør, at felagið hevði gjørt avtalu við Karstensens Skibsværft í Skagen um eitt stórt og framkomi uppsjóvarskip. Felagið seldi stutt eftir táverandi Christian í Grótinum til Grønlands, og ognaði sær eitt íslendskt uppsjóvarskip, sum skuldi fiska kvoturnar til nýggja skipið kemur. Fyrisbils skipið er selt til Vestmanna Seafood, og nýggi Christian í Grótinum verður eftir ætlan handaður nýggju eigarunum um ein mánaða og kostar umleið 300 milliónir krónur.

Seinasta felagið, sum hevur kunngjørt ein nýbygning er samtakið Varðin í Gøtu. Eitt dótturfelag hjá Varðanum, P/f Krossbrekka, hevur undirskrivað ein sáttmála, sum hevur eitt virði á 340 milliónir, og talan verður um dýrasta nýbygning, sum nakrantíð er bygdur í Skagen. Hesin nýbygningurin skal avloysa Finnur Fríða.

Nýggi Finnur Fríði, sum verður sera framkomin og kemur at hava alt tað nýggjasta innan tøkni og útgerð, skal eftir ætlan latast felagnum í mars 2024.

Við hesum fimm nýbyggningunum kemur miðalaldurin á føroysku skipunum munandi niður, av tí at núverandi skipini hava ein høgan aldur, hóast tey eru í góðum standi.

Gadus er bygdur í 1987.
Akraberg er bygdur í 1994.
Enniberg er bygdur í 1990.
Christian í Grótinum var bygdur í 2003, og fyribilsskipið er bygt í 1996.
Finnur Fríði er bygdur í 2003.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder