Innanlands

Írskt uppsjóvarskip á beding hjá Mest

Girl Stephanie hevur seinastu dagarnar verið á Havnini, har Mest hevur gjørt ymiskt við skipið

Girl Stephanie (Mynd: Mest)

Girl Stephanie (Mynd: Mest)

2025-10-10 17:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Írska uppsjóvarskipið Girl Stephanie hevur verið hjá Mest í Havn, har Mest hevur gjørt ymiskt við skipið.

Girl Stephanie hevur verið inni til ein skjótan steðg á vogninum í Havn, skrivar Mest á heimasíðuni síni.

Arbeiðið fevndi um at vaska og mála botnin, kanna aksil og róðrarskipan, pussa skrúvubløðini og thrustarar, skifta sinkanóður, finna brek í róðrarskipanini, og gera viðlíkahald á RAPP-útgerðini. 

Arbeiðið á Girl Stephanie er nú liðugt, og skipið bíðar eftir betri veðrið áðrenn tað fer aftur til fiskiskap.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder