Innanlands

Isafold og Astrid Marie landa makrel í Føroyum

Isafold skal landa 1500 tons í Fuglafirði meðan Astrid Marie skal landa 850 tons á Tvøroyri

Isafold (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Isafold (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-01-15 20:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Isafold kom í dag á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel til Pelagos.

Talan er um 1500 tons av makreli, sum er fiskaður í hetlendskum sjógvi. Hjá Pelagos fer makrelurin til matna.

Á Varðanum Pelagic taka tey ímóti 850 tonsum av makreli frá svenska uppsjóvarskipinum Astrid Marie, sum kom á Tvøroyri í morgun. Eins og hjá Pelagos fer makrelurin til matna hjá Varðanum Pelagic.

Astrid Marie hevur eisini fiskað makrel í hetlendskum sjógvi. 

[object Object]Astrid Marie (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder