placeholder
Innanlands

Jákup Sverri verið eftir streymmátarum

11. mai fór havrannsóknarskipið á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Allir streymmátararnir eru nú á Havstovuni, har data verða lisin, battaríni skift, eins og annað eftirlit verður gjørt

2022-05-25 18:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tann 11. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp.

Hetta eru teir fimm mátararnir, sum Jákup Sverri fyri fyrstu ferð legði út í fjørð. Tað hilnaðist sera væl, og allir mátararnir vórðu tiknir upp í øllum góðum.

Tveir av mátarunum lógu á Islandsrygginum – ein í føroyskum sjógvi og hin í íslendskum sjógvi. Har hava hesir mátarar nú í tvey ár mátað rákið tvørtur um Íslandsryggin, og eru hesar mátingar gjørdar í samstarvi við DMI við fígging frá Nationalt Center for Klimaforskning.

Hinir mátararnir lógu í ávikavist Bankarennuni og Føroyastreyminum norðan fyri Føroyar. Allir streymmátararnir eru nú á Havstovuni, har data verða lisin, battaríni skift, eins og annað eftirlit verður gjørt.

Í komandi viku fer Jákup Sverri nýggjan hydrografitúr, har streymmátararnir verða lagdir út aftur.

Á túrinum vórðu eisini hydrografiskar mátingar gjørdar í Hetlandsrennuni eins og á Íslandsrygginum. Hesar vístu m.a., at nógvur Eysturíslandssjógvur var í Hetlandsrennuni. Fyribils úrslitini eru at síggja í túrfrágreiðingini her.

Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder