Innsendi brævbjálvin við sílaroðslu, sum Jan Thomsen sendi inn til Fiskaaling, vann lutakastið um 10.000 skattafríar krónur. Hetta hendi á P/F Fiskaaling fríggjadag seinnapart, tá Tummas Rógvi Jónsveinsson Eliasen trekti vinnandi bjálvan millum 120 aðrar.
Síðani 1. desember 2019 hava sílafiskarar havt møguleikan at luttaka í hesum lutakastinum um 10.000 krónur. Lutakastið er partur av stóru verkætlanini um føroysk sjósíl, sum Fiskaaling stendur fyri, stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.
Vinnandi bjálvin innihelt roðslu av síli, sum varð fiskað í Eysturoynni 16. juli 2021. Hetta var eitt kynsbúgvið kvennsíl, ið var 33 cm til longdar og vigaði 355 g, skrivar Fiskaaling í tíðindaskrivi.
Fiskaaling væntar at fáa nógva og góða vitan burtur úr verkætlanini. Kanningararbeiðið er longu byrjað, og sambært Fiskaaling kunnu nøkur úrslit longu nú siga nakað um, hvussu sílini eru fyri.
Eitt nú sigur roðslan nógv um bæði aldur og hvar sílið hevur hildið til. Her síggja vit, t.d., at summi eru leingi í feskum vatni, áðrenn tey fara á sjógv, summi fara skjótt á sjógv, meðan onnur ferðast nógv ímillum. Eisini sæst, at sílini eru best fyri í juni-august.
Verkætlanin um føroysk sjósíl heldur fram í 2022. Fiskaaling bjóðar tí framhaldandi sílafiskarum at senda inn sílaroðslu í bjálvum á sama hátt sum higartil. So verður lutakast um aðrar 10.000 skattafríar krónur í desember 2022.
– Vit eru sjálvandi takksom fyri luttøkuna, sum hevur verið. Men samstundis vóna vit eisini, at enn fleiri fara at senda roðslu til okkara í 2022, sigur Kirstin Eliasen, deildarleiðari á Fiskaaling.
Meira um verkætlanina um føroysk sjósíl kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald