Innanlands

Jógvan I gjørt roktúr undir Íslandi

Jógvan I hevur fiskað beint yvir 30 dagar, og hevur 300 tons við til lands

(Mynd: Bjarti Petersen)

(Mynd: Bjarti Petersen)

2022-04-07 18:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Jógvan I hevur havt rokfiskiskap undir Íslandi.

- Vit hava fiskað líka yvir 30 dagar og hava yvir 300 tons í lastini. Lastin tekur 280-90 tons og restin er koyrd i tunnellina og í agnalastina, frætta vit av línuskipinum.

Tað hevur verði ein sera góður túrur, men tað hevur verið keðiligt veður allan túrin.

- Vit hava roynt hvønn dag hóast um vit hava haft nógvar dagar við nógvum vindi, og heilt upp í 40 m/s. So man kann ikki annað enn, at skipið er sera gott, og kann so at siga royna i øllum veðri. Vit vænta at verða á Kollafirði í kvøld klokkan 20.30, har vit eisini skulu landa og skifta fólk, verður upplýst.

Skipið fer longu avstaðaftur fríggjakvøldið.

16 mans vóru við hendan túrin, og skipari var Heri Hendriksen úr Klaksvík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder