2021-12-31 18:54
Frystilínuskipið Jógvan I av Toftum hevur seinastu tíðina fiskað við Svaldbard.
- Vit hava verið her í tríggjar vikur, men fiskiskapurin er smáligur. Vit hava 100 tons av toski, sigur Heri Henriksen, skipari í samrøðu við Portalin.
16 mans eru við Jógvan I hendan túrin, og veiðan verður rundfryst umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald