- Tað hevur verið deiligt at fingið ullintar hosur, tá eg havi siglt í Norðuratlanshavið. Ullintu hosurnar vóru sera heitar at vera í í Afrika, so tær goymdi eg til kaldari lond.
Ein av útlendsku sjómonnunum, sum í mong ár hevur siglt við skipum hjá Thor í Hósvík, er Domingo Jr A Dumlao. Hann hevur siglt við ymiskum skipum og í ymiskum heimspørtum og hevur trivist væl.
Tá sjómanstrúboðarin var runt við jólapakkum til sjófólkið, hitti hann Domingo, sum skal sigla við Suðurvarða. Domingo var fegin um jólapakkan og segði stutt frá sínum tíð við føroyskum skipum.
- Eg havi siglt við ymiskum skipum hjá Thor og í ymiskum heimspørtum. Eg havi fyri tað mesta siglt sum maskinmaður og havi trivist væl. Undir korona, var tað trupult at ferðast, men tað gekk, sigur hann.
- Eg minnist við gleði aftur á allar jólagávurnar eg havi fingið frá Føroysku sjómansmissiónini. Tað fyrstu fekk eg umborð á Leitissteini í desembur 2002. Síðani havi eg fingið jólapakka øll árini eg havi verið umborð á jólum, sigur Domingo.
- Tað hevur verið deiligt at fingið ullintar hosur, tá eg havi siglt her í norðuratlanshavið. Ullintu hosurnar vóru sera heitar at vera í í Afrika, so tær goymdi eg til kaldari lond, sigur hann brosandi.
- Tað eina árið fekk eg einar stórar ullintar hosur. Tá eg fyrstu ferð hevði vaskað tær fekk eg stór eygu. Maskinan hevði vaskað á 40 hitastigum, og tá eg tók hosurnar úr maskinuni, fekk eg bara tríggja fingrar niður í tær. Tær vóru tódnaðar burtur í einki. Hosurnar hingu uppi til turkingar, tá reiðarin, Hans Andrias Kelduberg kom umborð og sá tær. Tá spurdi hann skemtandi: Siglir nakað barn við her? greiðir Domingo flennandi frá.
-Eg vil fegin takka Sjómansmissiónini fyri pakkarnar og fyri vitjanir. Tit gera eitt gott arbeiðið fyri sjófólkið, sigur Domingo.
Domingo og ein starvsfelagi fingu jólapakka.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald