Innanlands

Jólapakkarnir eru góðir, hóast allir eru til mannfólk

Tað sigur Alla Hansen, sum seinasta hálvtannað árið hevur verið kokkur á Pison

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-12-14 15:11 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Tað er ikki vanligt at gera jólapakkar til siglandi kvinnur, men eg takki fyri pakkarnar, eg havi fingið øll tey mongu ár, eg havi verið burturi á jólum. Hava til dømis hosurnar verið ov stórar, ella var pakkin ein serligur “mannfólkapakki”, so havi eg onkuntíð skift pakkan um við onkran annan av manningini.

Tað sigur Alla Hansen, sum síðsta hálvtannað árið hevur verið kokkur á línuskipinum Pison.

- Síðstu 24 árini havi eg verið tað mesta á sjónum, og tað mesta av tíðini verið kokkur.

- Eg havi verið til fiskiskap við ymiskum skipum og á ymiskum leiðum, eisini á fjarleiðum. Eg havi fiskað svartkjaft, rækjur, tosk, hýsu og ymiskt annað. Eg havi siglt við einum av størstu trolarunum føroyingar hava havt, Atlantic Navigator, og nú sigli eg við línuskipinum Pison, sum nokk er ein av smærru skipunum í flotanum, sigur hon.

- Eg havi fingið jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum nærum øll árini, eg havi siglt. Jólahaldið umborð er ein góð og stimbrandi uppliving, eisini tá okkurt er í onkrum pakka, sum sjómenn kanska ikki beinleiðis ynskja sær. Vit hava ikki krav uppá pakkarnar, og tí eru vit takksom og fegin fyri teir, sigur Alla.

- Vit hava pyntað og havt tað jólaligt umborð á Pison síðstu vikurnar. Kanska vit konufólk hava meiri eygað fyri tí enn mennirnir. Eg var í feriu síðsta túrin áðrenn jól, so avloysarakokkurin fekk pakkan í ár, sigur Alla Hansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder