Innanlands

Jørgen Thomsen og Petur Mohr nývaldir í nevndina hjá FSN

Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur aðalfund í dag – Finnbogi Berg varð ikki afturvaldur, og Jørgen Nielsen stillaði ikki uppaftur á nevndarvalinum

Annfinnur Garðalíð, formaður hevur lagt fram formansfrágreiðing sína (Mynd: Føroya Skipara- og Navigatørfelag)

Annfinnur Garðalíð, formaður hevur lagt fram formansfrágreiðing sína (Mynd: Føroya Skipara- og Navigatørfelag)

2025-12-27 13:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hevur Føraoya Skipara- og Navigatørfelag ársáðalfund á Hilton Garden Inn, har seks valevni skulu veljast til fimm nevndarsessir.

Nevndarvalið er nú av, atkvøðurnar eru taldar upp, og úrslitið bleiv, at Jørgen Thomsen og Petur Mohr eru nývaldir við ávikavist 48 og 44 atkvøðum.

Finnbogi Berg, sum sat í nevndini frammanundan, bleiv ov stuttur hesa ferð. Hann fekk 19 atkvøður.

Jørgen Nielsen stillaði ikki uppaftur. Elias Zachariasen fekk 66 atkvøður, Alfred Jacobsen 44 atkvøður og Jákup Gøthe 28 atkvøður, og blivu teir allir afturvaldir.

Nevndin skipar seg við formanni og næstformanni beint eftir, at formligi aðalfundurin er av, skrivar Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder