Uppsjóvarskipið Jupiter hevur landað svartkjaft í Kollafirði, sum er koyrdur í bilum til Havsbrún og Høvdarvirkið í Leirvík.
- Jupiter hevur landað eini 1.000 tons av svartkjafti í Kollafirði. Ein partur bleiv landaður til Havsbrún og restin fór í eini 20 bilar, sum koyrdu svartkjaftin til Faroe Marine Products, sum verður rópt Høvdavirkið í Leirvík, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari.
Jupiter hevur fiskað svartkjaftin í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Jupiter fer nú á Skála, har skipið skal í dokk. Eitt nú skal skipið til 20 ára klassing, og ymsikt viðlíkahald skal eisini gerast við skipið.
Tá ið arbeiðið er liðugt við Jupiter, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Jupiter hevur fiskað 5.000 tons av svartkjaftakvotuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald