2024-11-27 18:31
Uppsjóvarskipið Jupiter er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Jupiter hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Jupiter hevur 1.400 tons við til lands, og 400 tons skulu landast upp í bilar og síðani koyrast til Høvdavirkið, meðan Havsbrún skal hava restandi 1.000 tonsini.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald