Innanlands

Jupiter skal landa 400 tons av sild

Jupiter kom í dag inn við 400 tonsum av sild, sum er fiskað í íslendskum sjógvi

Ein partur av veiðuni verður landaður í Vestmanna (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Ein partur av veiðuni verður landaður í Vestmanna (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2021-10-27 20:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter kom á Vestmanna í dag, har ein partur av veiðuni skuldi landast.

Jupiter, sum hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, er komin inn við 400 tonsum.

Upplýst verður, at ein partur verður landaður til Vestmanna Seafood, og síðan sigldu teir á Fuglafjørð, har restin skuldi landast. 

Ein partur av veiðuni skuldi koyrast í bilum til Tavuna í Leirvík.

Jupiter fer aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder