- Vit gjørdu ein góðan túr við Ísland, har vit fingu 270 tons á knappum 30 setum, so tað var í lagi. Fleiri dagar var veðrið vánaligt, so vit settu ikki altíð tað, vit ynsktu. Vit hava fiskað alla íslandskvotuna og fara nú avstað aftur; og hesaferð fara vit at royna við Føroyar.
Tað segði Mortan Mortensen, skipari, á frystilínuskipinum Kambi.
- Eg ætlaði avstað leygardagin, men tíbetur varð ætlanin broytt. Veðrið hevur verið stak vánaligt um páskirnar, so tað var gott at vera heima, segði hann.
- Vit mugu óivað royna undir Føroyum til endaliga avgerðin er tikin um kvoturnar á Flemish Cap og við Eysturgrønland. Vit vóna, tað verða eginkvotur; so vit sjálvir kunnu avgera, nær vit fiska tær, segði Mortan Mortensen.
Kambi, sum varð keyptur síðsta heyst, fór á sín fjórða túr í gjár. Teir eru væl nøgdir við skipið, og 16 mans eru við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald