2025-10-15 20:26

Fyrstilínuskipini Kambur og Stapin komu í dag á Kollafjørð, har skipini skullu landa.
Kambur var fyrstur inni, og hevði 335 tons av frystum fiski við til lands. Kambur byrjaði túrin 11. september og fiskiskapurin hevur verið góður.
Stapin kom nakað seinna í dag á Kollfjørð, teir høvdu líka omanfyri 200 tons av frystum fiski. Stapin byrjaði túrin 15. september.
Nógv tað mesta av veiðuni, sum Kambur og Stapin landa er torskur.
Stapin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald