Polarstjørnan kemur neyvan á rættkjøl í dag. Í dagljósinum fara vit at hyggja betur eftir og taka nakrar støður. Útrokningar skulu gerast, so vit kunnu syrgja fyri, at tað sum verður gjørt, er so trygt sum møguligt.
Tað segði Frimodt Rasmussen, stjóri í Klaksvíkar Sleipistøð, við Dag og viku í gjárkvøldið.
Koppaða Polarstjørnan var at síggja í bakgrundini. Tað var seinnapartin í gjár, at Polarstjørnan legði seg á liðuna tá skipið skuldi takast upp á bedingina á Klaksvíkar Sleipistøð um 14 tíðina í gjár.
Frimodt Rasmussen, stjóri í Klaksvíkar Sleipistøð (Skíggjamynd: Dagur og vika / Kvf.fo)
Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.
- Tað sær út til at vognurin er avsporaður, tá skipið varð tikið upp, men akkurát hvat og hvussu er ringt at siga, segði Frimodt Rasmussen.
At síggja til hevur skipið ikki fingið skaða av óhappinum.
Jens Kristian Vang tók myndirnar niðanfyri seinnapartin í gjár:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald