Innanlands

Klakkur besta frystilínuskipið í 2025

Klakkur var besta frystilínuskipið í fjør, og avreiddi fyri yvir 82 milliónir krónur

Klakkur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Klakkur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-01-04 16:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Klakkur hevur seinastu árini verið besta fyrstilínuskipið í flotanum, og árið í ár var einki undantak. 

Tilsaman avreiddi Klakkur fyri 82,4 milliónir krónur. 

Nummar tvey á listanum er Kambur, sum fiskaði fyri 71,8 milliónir krónur. Í hølunum á Kambi er Jógvan I, sum fiskaði fyri 71,3 milliónir krónur í 2025.

Nummar fýra er Jákup B, sum fiskaði fyri 59 milliónir krónur, á einum fimtaplássið er Stapin við 58,6 milliónum krónum.

Síðani kemur Eivind, sum hevur avreitt fyri 54,4 milliónir krónur, og nummar sjey er Vesturhavið, sum avreiddi fyri 51 milliónir í 2025.

Nummar átta er Sandshavið við 48,2 milliónur krónum, og síðani kemur Pison á einum nýgginda plássi við einum avreiðingarvirði á 36,6 milliónir krónur.

Polarstjørnan liggur nummar 10 við einum avreiðingarvirði á 27 milliónir, og síðani kemur Mars, sum nummar 11 á listanum, við einum avreiðingarvirði á 14,4 milliónir krónur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder