2026-03-16 09:37
Frystilínuskipið Klakkur er komið heim við 305 tonsum, sum verða landað í Klaksvík.
Klakkur hevur roynt undir Íslandi hendan túrin, og meginparturin av veiðuni er toskur og hýsa.
Byrjað var at landað Klakk í morgun klokkan seks, og tá ið liðugt er at landa fer frystilínuskipið aftur til fiskiskap.
Skipari hendan túrin var Bethuel Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald