Innanlands

Katrin Jóhanna og Norðingur skulu landa svartkjaft í Fuglafirði

Katrin Jóhanna hevur 1200 tons og Norðingur hevur umleið 1900 tons av svartkjafti

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-01-18 22:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Havsbrún hava tey úr at gera at taka í móti svartkjafti frá føroysku uppsjóvarskipunum.

Í løtuni landar Katrin Jóhanna 1200 tons, og aftaná eigur Norðingur at landa umleið 1900 tons av svartkjafti.

Bæði skipini hava fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fara aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa.

[object Object]Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson) 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder