Kúlulaksurin verður kynsbúgvin sum tvey ára gamal, og doyr stutt eftir gýting. Stutta tvey ára lívsringrásin hjá kúlulaksinum hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: ein, ið gýtir líka ár, og ein, ið gýtir ólíka ár. Tað er tí gýtingarstovnurin, ið gýtir ólíka ár, ið hevur verið at síggja um okkara leiðir ólíka ár síðani 2017.
Í eini norskari grein eru kúlulaksaúrslitini frá øllum trimum skipunum frá kanningunum í mai 2021 sett saman. Kúlulaksurin var í 2021 spjaddur um størri øki enn í 2017 og 2019. Norskir granskarar stúra fyri, at um ov nógv verður av kúlulaksi, kann hetta fáa avleiðingar fyri bæði alibrúk og vistskipanir í áunum.
Eisini Fiskaaling fylgir gongdini við kúlulaksinum. Í 2017 og 2019 fingu tey nakrar kúlulaksar, og í 2019 vóru flestu teirra nær gýting. Meira kann lesast um tey úrslitini her.
– Havstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald