Einki nýtt er at frætta um teir báðar menninar sum ikki eru komnir afturíaftur eftir at frystilínuskipið Kambur fekk ein sjógv í morgun og síðani sakk.
Ætlanin var, at eitt Challenger-flogfar hjá donsku verjuni skuldi koma til Føroya at taka lut í leitingini, men tekniskir trupulleikar høvdu við sær, at flogfarið ongantíð fór á flog, upplýsir Edvard Bjarnason, stjóri á MRCC, fyri FM1 seinnapartin.
Sandshavið, Breiðanes og Hamranes eru á leiðini og leitað, og tað er Brimil sum samskipar leitingina. Eisini tyrlan hjá Atlantsflogi leitar framvegis.
16 mans vóru umborð á Kambi, tá hann fekk ein sjógv 17 fjórðingar ein útsynning úr Akrabergi. 14 teirra vórðu bjargaðir til lands við tyrluni. Tveir av manningin eru enn ikki komnir afturíaftur.
Les eisini: Ein maður stóð eftir á skipssíðuni tá tyrlan mátti fara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald