Innanlands

Leita í alla nátt

Vit leita til vit ikki kunnu leita meira, sigur skiparin á Brimli

Brimil (Savnsmynd: Jn.fo)

Brimil (Savnsmynd: Jn.fo)

2024-02-06 19:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Brimli hava teir leitað síðani fyrrapartin, og teir fara at leita í alla nátt og aftur í morgin.

- Vit leita til vit ikki kunnu leita meira, segði Elias Zachariassen, skipari á Brimli, við Dag og viku í kvøld.

Tað er Brimil, sum samskipar leitingina eftir teimum báðum monnunum, sum ikki eru komnir afturíaftur eftir at frystilínuskipið Kambur sakk suður úr Akrabergi fyrrapartin.

Tvey bjargingarflogfør - eitt danskt og eitt bretskt - eru komin at luttaka í leitingini í kvøld.

- Flogførini flúgva lágt, á 150 metra og 300 metra hædd. So tey fáa øgiliga nógv við, sum liggur á sjónum, og tað er ein ótrúliga góð hjálp, vit fáa frá teimum, sigur Elias Zachariassen.

Tyrlan hjá Atlantsflogi hevur verið við í leitingini í dag, og kemur uppí aftur tá tað blívur ljóst í morgin.

Fleiri skip hava eisini luttikið í leitingini í dag. Bæði føroysk og útlendsk.

Skipini hava funnið vraklutir sum stava frá Kambi, men enn eru teir báðir saknaðu menninir ikki funnir.

Hinir 14 av manningini vórðu bjargaðir til lands við tyrluni, og hava tað gott eftir umstøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder