Tað hevur verið leitað allan seinnapartin eftir teimum báðum saknaðu av manningini í økinum har Kambur sakk. Fleiri skip eru komin afturat at leita.
Nevnast kunnu íslendsku Hoffell og Bardi, írski Sheanne og russiski Lazurny. Sum nevnt samskipar Brimil leitingina á staðnum.
Skipini hava funnið vraklutir, sum stava frá Kambi, sigur MRCC.
Eitt bretskt P-8 flogfar er eisini komið upp í leitingina og danski Challenger flúgvarin er ávegis og verður á staðnum klokkan 17.45. Hann kann vera á staðnum í tríggjar tímar.
Vindurin er nógv minkaður, men tað er framvegis tung alda. Ætlanin er at leita so leingi, sum til ber, sigur MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald