Innanlands

Liðug at kanna hví Eysturbúgvin sakk

Umboðini frá donsku havarínevndini eru liðug við sítt arbeiði, og fóru av landinum í dag. Væntandi verður eitt úrslit greitt tá summarið nærkast

(Savnsmynd: Jan Erik Simonsen)

(Savnsmynd: Jan Erik Simonsen)

2022-04-18 20:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Longu sama dag sum Eysturbúgvin sakk á gulllaksafeltinum sunnanfyri Føroyar skírisdag, kom danska havarínevndin til landið at kanna hendingina.

Hetta arbeiðið er nú liðugt, og nevndin hevur avhoyrt skipararnar og manning á báðum skipum, Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum.

Tað var eftir ein samanstoyt við partrolaran, Vesturbúgvan, at skipið sakk eftir stuttari løtu.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur við útvarpið, at mett verður at úrslitið er greitt tá vit nærkast summarfrítíðini.

Manningin, sjey mans, vóru bjargaðir umborð á Vesturbúgvan, sum kom á Havnina við hóskvøldið. 

Tjaldrið hevur síðani leitað eftir vraklutum av skipinum. Teir vunu millum annað teir báðar bjargingarbátarnar, sum vóru umborð á Eysturbúgvanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder