2022-04-01 08:17
Tær árligu yvirlitstrolingarnar á vári á føroyska landgrunninum eru nú gjørdar við havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Tikin vóru øll 100 hálini, har hvørt hál vardi ein tíma. Á túrinum vóru skrásett 55 ymisk djórasløg, harav 40 ymisk fiskasløg, skrivar Havstovan.
Framvegis var nógv at fáa av hýsu. Hinvegin var nøgdin av toski undir miðal og hevur verið minkandi síðani 2018. Nøgdin av upsa var eisini undir miðal í ár, og lítið av nebbasild var at síggja, bæði í trolinum og í fiskamagunum.
Túrfrágreiðing frá yvirlitstrolingini er at finna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald