Innanlands

Ljósafell til klassingar á skipasmiðjuni

Skal harumframt vaskast og málast frá kjøli til mastrartopp

(Mynd: MEST)

(Mynd: MEST)

2023-07-27 15:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

50 ára gamli íslendski trolarin, Ljósafell, varð í dag tikin upp á beding á skipasmiðjuni MEST. Skipið skal til 50 ára klassing, sum millum annað fevnir um at yvirhála motorin og ymiskt viðlíkahaldsarbeiði annars.

Ymiskt arbeiði skal eisini gerast í samband við verksmiðjuna. Harumframt skal nógv málingaarbeiði gerast. Skipið skal vaskast og málast frá kjøli til mastrartopp komandi vikurnar.

Ljósafell er úr Fáskrúðsfirði í Íslandi. Sum tað sæst var íslendska flaggið vundið á stong – kanska sum ein heilsan til ólavssøkuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder