Innanlands

Løgreglan stóð fyri Vesturbúgvanum

Tá Vesturbúgvin kom á Havnina í gjárkvøldið stóð løgreglan fyri teimum. Tosað varð við skipararnar, og teir skuldu eisini blása í alkometrið

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2022-04-15 09:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan stóð fyri Vesturbúgvanum, sum um 19 tíðina í gjárkvøldið legði at á Vestaru bryggu í Havn.

Partrolarin kom inn eftir samanstoytin við Eysturbúgvan, sum hevði við sær, at Eysturbúgvin sakk eftir stuttari løtu. Manningin varð øll bjargað, og fingin á Vesturbúgvan.

Skipararnir skuldu blása í alkometrið tá Vesturbúgvin legði at, men har var einki at koma eftir.

Danska skaðanevndin er boðsend til Føroya at kanna málið um Eysturbúgvan, og kom longu í gjár. Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, upplýsti fyri útvarpinum í gjárkvøldið, at skaðanevndin fór í gongd alt fyri eitt.

Les eisini: Vesturbúgvin fingið nakað av skaða

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder