Innanlands

London miðdepil fyri samráðingum um fiskirættindi í hesum døgum

Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari, fer at leiða samráðingarnar millum øll londini

2022-10-14 06:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag verða samráðingar millum strandarríkini um svartkjaft og norðhavssild.

Bretland, ið stóð fyri at hava formansskapin fyri hesum samráðingum eftir at tað gjørdist sjálvstøðugt strandarríki, tá ið tað fór úr ES, hevur heitt á Føroyar um at taka yvir sín leiklut og verður tað Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari, sum fer at leiða samráðingarnar millum øll londini.

Mánadagin, týsdagin og mikudagin verða samráðingar millum strandarríkini um makrel undir bretskum formansskapi.

Hósdagin fara Føroyar og Bretland at hava ein fyrireikandi fund viðvíkjandi tvíliðaðu samráðingunum um sínámillum fiskirættindi fyri 2023, ið verða í Edinburgh í døgunum 6.-8. desembur 2022.

Londini, sum eru í London hesar dagarnar eru Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder