Mainhard Danielsen er settur í tíðaravmarkað starv sum havnaumsjónarmaður við Runavíkar havn. Starvstíðin røkkur fram til 31. desember 2024.
Orsøkin til tíðaravmarkingina er, at sitandi borgarstjóri í kommununi er í farloyvi frá starvinum sum havnarmeistari – tað starvið røkir Brandur Højgaard í farloyvistíð hansara.
Mainhard Danielsen er úr og býr í Saltangará. Hann er 57 ára gamal. Mainhard er útbúgvin skipsførari og hevur siglt sum skipari við skipum hjá útgerðarfelagnum Navigare síðan 2004.
Mainhard er ikki ókendur á havnarskrivstovuni, hann hevur av og á millum túrar loyst av sum havnaumsjónarmaður, tá tørvur hevur verið á hesum.
Tríggjar umsóknir vóru til starvið, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald