Føroyski makrelfiskiskapurin er byrjaður, ein mánaða fyrr enn vanligt er.
Tað eru nakrir dagar síðan fyrstu skipini fóru at leita eftir makreli í føroyskum sjógvi, men í gjár rakti Hoyvík við makrel eystanfyri Føroyar.
Tað gekk skjótt, so loystu fleiri onnur uppsjóvarskip, og settu kós eystureftir á makrelfeltið.
Skipini, sum fóru í gjár vóru Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Gøtunes og Høgaberg.
Nøkur skip eru ikki heilt klár enn, men verða í løtuni riggaði til.
Á Skála liggur Christian, har ymsar dagføringar verða gjørdar við skipið umframt viðlíkahald.
Jupiter liggur á Havnini, har teir eisini gera ymiskt viðlíkahald og yvirhála turbinurnar.
Í Ánunum liggja Borgarin og Norðingur. Teir hava seinastu tíðina fiskað svartkjaft eins og tey flestu uppsjóvarskipini hava, og rigga teir seg eisini til makrelfiskiskapin í føroyskum sjógvi.
Á Miðvági liggur Katrin Jóhanna, har teir hava riggað seg til makrelfiskiskap eftir at svartkjaftatíðin varð liðug. Teir verða væntandi klárir mikudagin.
Verksmiðjuskipið Norðborg hevur seinastu tíðina verið til fiskiskap í føroyskum sjógvi.
Teir fóru at leita eftir makreli fyri nøkrum døgum síðan, og hava umleið 1000 tons tilsamans, har talan er um bæði makrel og heystgýtandi sild. Tó er nógv tann størsti parturin av veiðuni heystgýtandi sild.
- Norðborg hevur fingið naka av sild, og eitt sløð av makreli. Talan er ikki um nakran rokfiskiskap, men eg vil meta at teir hava eini 1000 tons higartil, sum teir rundfrysta, tó er nakað avhøvdað eisini, sigur Jón Rasmussen, sum er ein av eigarunum hjá Norðborg, og eisini ein av skiparunum umborð á stóra verksmiðjuskipinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald