Hesa vikuna hava samráðingar verið í London millum strandarlondini um at býta makrelin av nýggjum.
Fundir hava verið í dag og í gjár, har ein framtíðar makrelsemja varð viðgjørd. Serliga viðgjørdu londini, hvussu vísindaliga makrelfrágreiðingin skal tulkast sum grundarlag undir krøvunum og longdina av einari framtíðar makrelsemju, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuni.
Í hesum sambandi vóru londini samd um at miða eftir eini semju um makrelbýtið í seinasta lagi til ársfundin í oktober mánaði. Strandarlondini gjørdu av at hittast aftur til samráðingar 8. og 9. juni og 22. og 23. juni í London.
Á samráðingarumfarinum 8. og 9. juni, sum verður tað fjórða í røðini, síðani londini byrjaðu tilgongdina í Havn í september í fjør, fara londini at leggja fram síni krøv viðvíkjandi makrelbýtinum.
Luttakandi londini eru Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald