- Skipið er stórt, men kundi gott verið størri. Vit royna mest í eysturgrønlandi, og har kann veðrið gerast rættiliga ringt um veturin, sigur skiparin á grønlendska línuskipinum Masilik, Hans Petur Samuelsen.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Mánadagin landaði Masilik 80 tons av avhøvdaðum toski í Nuuk. Teir høvdu roynt í átta dagar á “Slættanum” norðvestur úr Nuuk.
Masilik er bygdur í 2001, er 52 m. langur, 11,5 m. breiður og lastar 360 tons av frystum fiski. Masikik er størsta línuskip í danska ríkinum.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
- Í fyrstanni kendist skipið ógvuliga stórt, í mun til tey føroysku línuskipini eg var vanur við. Harafturat hevur tað dragingarbrunn, so línan verður drigin upp ígjøgnum skipið. Tað riggar sera væl og harafturat kunnu vit royna í vánaligum líkindum, tí allir menn arbeiða inni, sigur Hans Petur.
Masilik hevur eginkvotu í eysturgrønlandi og royndarkvotu í vesturgrønlandi.
Tað eru Ice Trawl Greenland og Royal Greenland sum eiga skipið, sum er skrásett í Sisimiut.
18 mans, grønlendingar og føroyingar eru við og teir arbeiða átta tímar og hava so frí í átta tímar. Tvær manningar hoyra til skipið og teir eru umborð í seks til átta vikur í senn.
Fólk frá Grønlandstoyminum hjá Heimamissiónini vitjaðu umborð á skipið síðsta mánadag.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald