Innanlands

Meginparturin av svartkjaftinum farin til matna

- Tað hevur gingið væl við fiskiskapinum eftir svartkjafti, og nú eru vit lidnir við kvotuna. Vit fiskaðu nakað av kvotuni fyrst í árinum og hava fiskað restina nú, siga stýrimenninir á Finni Fríða. Uppsjóvarskipið landar í dag 800 ton av svartkjafti til Havsbrún

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-05-12 17:04 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í dag landar Finnur Fríði umleið 800 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði, sum teir fingu í tveimum hálum.

- Tað hevur gingið væl við fiskiskapinum eftir svartkjafti, og nú eru vit lidnir við kvotuna. Vit fiskaðu nakað av kvotuni fyrst í árinum og hava fiskað restina nú.

Tað siga stýrimennirnir, Sámal Petur Petersen og Benjamin Hansen.

- Nærum øll kvotan er farin til matnað og er landað til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Tað er hugaligt at fiskurin fer til matnað og so hevur prísurin eisini verið betri enn til ídnað. Henda lastin er smáur fiskur og tí verður hon landað til ídnað her í Fuglafirði, siga teir.

- Vit vita ikki rættiliga hvat verður á skránni komandi túr. Tosað hevur verið um at fari at leita eftir makreli, men nú fáa vit at síggja, siga Sámal Petur og Benjamin.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun og heilsaði uppá teir, sum landaðu og uppá maskinmennirnar. Tíð var eisini til prát, drekkamunn, Guds orð og bøn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder