placeholder
Innanlands

Merktur toskur kom á granskarafund

Ices-granskarar úr landnyðringspartinum av Atlantshavi fundaðust á Havstovuni í farnu viku

(Mynd: Havstovan)

(Mynd: Havstovan)

2026-05-05 14:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í farnu viku hýsti Havstovan einum ICES-fundi hjá arbeiðsbólkinum North Western Working Group (NWWG). ICES er altjóða granskingarstovnurin fyri fiskastovnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Stovnsmetingararbeiðið er býtt í fleiri serfrøðingabólkar, og í NWWG verða fleiri stovnsmetingar gjørdar av botnfiski í Norðvesturatlantshavi, millum annað av íslendskum og grønlendskum toski.

20 serfrøðingar vóru við á fundinum. Bólkurin hevur limir úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Danmark og Týsklandi. Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur á Havstovuni, hevur verið forkvinna í NWWG síðani 2024.

[object Object]
(Mynd: Havstovan)

Stovnsmetingararbeiðið er umfatandi og krevur bæði tilfar frá rannsóknartúrum og frá fiskiskapinum. Undan fundinum verður alt tilfarið savnað og eftirmett. Á sjálvum fundinum verða stovnsmetingarnar síðan gjørdar og gjøgnumgingnar, og eitt uppskot til tilmæli verður skrivað. Næsta stigið er, at ein serstakur tilmælisbólkur eftirmetir úrslitini, og letur endaliga ICES-tilmælið úr hondum, skrivar havstovan.fo.

Ráðgevingin fyri teir 19 fiskastovnarnar, sum eru við í hesum umfari, verður kunngjørd um miðjan juni. Teir føroysku fiskastovnarnir sum hoyra til hendan bólkin – upsi, hýsa og toskur í føroyskum havøki – verða tó ikki stovnsmettir fyrr enn seinni í ár, og vóru tískil ikki viðgjørdir á hesum fundinum.

Merktur toskur á rætt stað til røttu tíð

Ein serlig og samstundis sigandi hending var undir fundinum á Havstovuni. Í eini umrøðu um tosk í Eysturgrønlandi og ferðing millum Ísland og Grønland, kom ein fiskimaður inn á Havstovuna við einum toski, sum var merktur í Grønlandi og fiskaður við Ísland við føroyskum fiskifari.

Hann var á røttum stað til røttu tíð, og tað var týðiligt, at granskararnir, sum taka lut í hesi merkingarroynd, vóru sera fegnir um at síggja eitt úrslit ávegis frá føroyska fiskiflotanum.

Fiskurin verður nú mátaður og kannaður á Havstovuni, og upplýsingarnar verða síðan sendar víðari til Grønlands. Á tann hátt gjørdist tað heilt ítøkiligt á fundinum, hvussu stóran týdning tað hevur fyri gransking, at hava góð samstørv tvørtur um landamørk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder