Innanlands

MEST skal umbyggja Bakkanes

Nýggjasta tænastuskipið hjá Bakkafrost verður væntandi klárt hálvan august

2021-06-08 07:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum liður í íløguætlanini fyri skotska alivirksemið keypti Bakkafrost í apríl veitingarskipið Bakkanes úr Noregi. Skipið skal umbyggjast til tænastuskip, og nú er greitt, at tað verður skipasmiðjan MEST, sum skal gera skipið klárt til at virka í alivinnuni.

- Vit fegnast um, at tilgongdin at umbyggja Bakkanes nú kann fara av bakkastokki, og vit síggja fram til gott samstarv við MEST. Arbeiðið at umbyggja skipið til tænastuskip varð boðið út til 10 skipasmiðjur í Noregi, Danmark, Hollandi, Pólandi, Skotlandi og í Føroyum. Vit hava havt góðar royndir við MEST, sum eisini umbygdi tænastuskipið Róland og júst nú setur somu viðgerðartól í tænastuskipið Martin, sum Bakkanes eisini skal hava. Vit líta tískil á, at MEST fer at megna uppgávuna til fulnar, sigur Sverri Kjærbæk, rakstrarleiðari hjá Bakkafrost.

Arbeiðið at umbyggja Bakkanes til tænastuskip er rúgvusmikið, og fevnir millum annað um sandblásing og máling, íseting av fýra kranum og trossaspølum umframt íseting av nýggju FLS lúsaviðgerðarskipanini og tilhoyrandi A-rammu til handfaring av slangum.

Manning frá Bakkafrost fer nú til Noregs at sigla skipið til Føroya, og síðani verður farið undir umbyggingararbeiðið beinanvegin. Skipið verður væntandi liðugt umbygt hálvan august og fer síðani beinanvegin í tænastu í Skotlandi.

 

placeholder
placeholder