2025-07-25 13:56

Næsta vár skal verksmiðjuskipið Norðborg dagførast, og tað verður Mest, sum skal gera arbeiðið.
Eitt nú skal nýggj verksmiðja setast í, nýtt frystarí, bakkin skal innilukkast, síðuportur setast í til avlasting, nýggj lyfta setast í skipið og annað.
Mest skrivar, at arbeiðið er vunnið í kapping við fleiri útlendskar skipasmiðjur, og eru vit sera fegin um at felagið Christian í Grótinum hevur valt MEST til uppgávuna og harvið víst okkum stórt álit.
Arbeiðið skal gerast á vári 2026, og verður nógv arbeiðið til allar deildir í MEST.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald