Innanlands

Móttøka fyri Christian í Grótinum í morgin

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum kemur á Klaksvík i morgin klokkan 16

Soleiðis sá tað út, tá Christian í Grótinum sunnudagin seinnapartin stevndi út um molan í Skagen, og setti kós móti Føroyum (Mynd: Jón Rasmussen)

Soleiðis sá tað út, tá Christian í Grótinum sunnudagin seinnapartin stevndi út um molan í Skagen, og setti kós móti Føroyum (Mynd: Jón Rasmussen)

2022-03-08 13:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hátíðardagur verður í Klaksvík í morgin. Nýggi stoltleikin hjá klaksvíkingum, nýggi Christian í Grótinum, sum er bygdur í Skagen, kemur til fiskivinnuhøvuðsstaðin.

- Tað gongur væl hjá okkum. Ferðin er góð, og skipið er gott. Veðrið hevur verið gott, so vit hava ikki heilt roynt tað enn í rullið, sigur ein glaður Bogi Rasmussen, sum er skipari og ein av eigarunum.

Skipið fór úr Skagen sunnudagin seinnapart.

Christian í Grótinum er fyrsti nýbygningurin, sum verður latin føroyingum seinastu 10 árini. 

Christian í Grótinum verður á Klaksvík í morgin klokkan 16, har móttøka verður.

Dagføring kl. 15:59: Vit skrivaðu fyrr í dag, at móttøkan verður klokkan 14 í morgin. Hetta er orsakað av veðri flutt til klokkan 16 í morgin mikudag.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder