Uttanlands

Myndir: Ruth hevur nú fingið navnið Asbjørn

Uppsjóvarskipið Ruth, sum Gullak Madsen lat byggja í 2021 varð selt fyrr í ár, og nú hevur skipið fingið nýtt navn

Mynd: Preben Andersen

Mynd: Preben Andersen

2023-07-24 07:33 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í januar í ár at føroyski reiðarin Gullak Madsen, sum býr í Hirtshals, seldi sítt virksemið.

Talan var um eitt stórt nýtt uppsjóvarskip og kvoturnar, sum hoyrdu til.

Keypararnir vóru familjan Tindskarð og Magnussen í Hirtshals, sum býttu kvoturnar í millum sín, meðan Magnussen familjan, sum seldi uppsjóvarskipið Asbjørn til Íslands í fjør, yvirtók skipið.

Ruth hevur siglt undir navninum Ruth líka til nú, og hevur seinastu dagarnar ligið í Skagen, har nýtt navn og búðmerkiå er komið á.

Gullak Madsen lat Ruth byggja á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, og fekk skipið í oktober í 2021. Skipið kostaði um 300 milliónir at byggja.

Hvat Gullak Madsen hevur selt sítt virksemið fyri er ógreitt.

Reiðaríið Asbjørn AS, sum nú eigur skipið við sama navnið, bjóðar í sambandi við navnarskiftið til opið skip í morgin frá klokkan 12 til 16, har høvið verður at síggja skipið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder